Logo - Føroya Handilsskúli
Heim    Samband    Síðuyvirlit    Print

Ein nýggjur, spennandi gerandisdagur

Velur tú handilsskúlan, fært tú ein nýggjan, spennandi og øðrvísi gerandisdag. Handilsskúlin bjóðar tær umframt nakrar av teimum vanligu lærugreinunum, sum tú kennir frá fólkaskúlanum og FHS, eisini fleiri nýggjar og spennandi lærugreinir. Fyri at skúlaársbyrjanin skal verða so góð sum gjørligt, og fyri at skapa trivnað, verður eisini skipað fyri ymsum tiltøkum so sum kappingum og útferðum, har næmingarnir fáa høvi at læra hvønn annan at kenna.

Á Handilsskúlanum hevur tú, umframt vanligu HH og FHS útbúgvingarnar á dagskúlanum, møguleika at taka FHS lærugreinir antin sum fjarlestur ella kvøldskúla og eisini aðrar hægri útbúgvingar so sum akademimerkonom og HD.

Undirvísingin

Handilsskúlin bjóðar eina sera fjøltáttaða undirvísing, sum fatar um m.a. floksundirvísing, bólkaarbeiði, einstaklingsarbeiði, kanningarferðir, verkætlanir, evnisdagar og námsferðir (innan og uttanlands). Lestrarvegleiðararnir geva tær í byrjanini av árinum, og seinni um neyðugt, leiðbeining, hvussu tú fært sum mest burtur úr undirvísingini.

Vælkomin á Føroya Handilsskúla!

 
 

Logo - Føroya Handilsskúli Føroya Handilsskúli     Marknagilsvegur 77     FO-100 Tórshavn     Tlf. 31 71 77     Fax. 31 33 74     hsh@hsh.fo